140x140

CO2 - ikki bara gass!

Fyri nógv er CO2 okkurt, sum tey hava hoyrt um í skúlanum.  Men hvaðani stava tey 750.000 tonsini av CO2, sum vórðu leidd út í Føroyum í 2008?
Les her, um tú vil vita meira um CO2, brenning og útlát.
 

Brenning er ein tilgongd, sum kemur fyri nógva staðni. Til dømis er eisini talan um brenning tá livandi kyknur fáa orku úr matinum vit eta. Tí er CO2 eitt viðkomandi evni at læra um í skúlanum, bæði í evnafrøði og í lívfrøði. Niðanfyri verður komið nærri inn á tann meira tekniska og evnafrøðiliga partin við brenning.

Hvat er brenning?
Brenning er tað, sum hendir tá lívrunnið tilfar og ilt renna saman og “reagera”. Vit kunnu brúka bál sum dømi. Tá báli brennir, kemur ilt úr luftini og bindist til lívrunna tilfarið, t.d. træ, papír. Burturúr hesum kemur CO2 (umframt vatndampur) . Av tí at CO2 er ein lit- og luktleys gass, kann CO2 hvørki síggjast ella luktast. Er roykurin frá bálinum svartur, er tað sót.

Nógv dømi eru um brenningar. Tann størsta keldan til CO2 í Føroyum, er brenning av olju, t.d umborð á skipum ella í bilum. Tá olja verður brend, hendir ein "forbrenning" í motorinum, har ein neisti frá einum tendrirøri ger, at olja og ilt renna saman. Hervið skapast eitt trýst, sum í síðsta enda fær stemplini í motorinum at koyra og framdrift kemur á. Aftur er CO2, umframt vatndampur, úrslit av hesi tilgongd. Eins og við bálinum endar CO2 frá motorinum í luftini.  Nú er altso talan um útlát av CO2.

Fyri hvørt tons av olju, sum verður brent, fáa vit góð trý tons av CO2. Tað er tí, at hvørt mýl av CO2 vigar góðar tríggjar ferðir so nógv sum hvørt mýl av kolevni (C).

Olja kann brúkast til annað enn at skapa framdrift. Við at brenna olju fæst nevniliga eisini hiti. Oljan í oljutangunum, sum tey flestu enn hava heima við hús, verður brúkt til at halda hús heit og fjálg. Tað, sum hendir, tá oljan í oljutanganum verður tikin inn í oljufýrið, er eisini ein brenning. Nú er tað ikki trýstið, sum stavar frá samanrenningin millum olju og ilt, sum gagn verður fingið burturúr. Hinvegin er tað hitin frá brenningini, sum verður brúktur til at upphita vatn, sum er í tanganum í oljufýrinum. Heita vatnið verður síðani pumpað runt í radioatorunum í húsinum, har tað hitar luftina í rúmunum.  Meira vit skrúva frá, meira olja verður brend í oljufýrinum og meira CO2 verður latið út gjøgnum skorsteinin.


Útlát av CO2
Góð 750.000 tons av CO2 vórðu leidd út í Føroyum í 2008. Av hesum stavar nógv tann størsti parturin frá brenning av teimum umleið 220.000 tonsunum av olju, sum vórðu innfluttar til landið í 2008.

Ein góður fjórðingur av allari oljuni, á leið 63.000 tons, vórðu brúkt í motorum umborð á skipum, t.v.s. at oljan varð brúkt til at fáa orku til at sigla og at fáa veiðuna umborð.

Gott  30.000 tons av olju vórðu brúkt til at fáa hjólini at mæla á teimum út við 30.000 bilunum og akførunum, sum eru skrásett í Føroyum.  Aftur her er talan um, at brenning av olju, verður brúkt til at skapa framdrift.

Umframt bilar og akfør, verður olja eisini brend umborð á flogførum og tyrlum.

Til at hita upp hús og bygningar annars, fóru gott og væl 50.000 tons av olju. Burturúr hesum komu 165.000 tons av CO2.


Rørsluorka og hitaorka
At enda kann staðfestast, at av teimum 220.000 tonsunum av olju, sum vórðu brend í 2008, fóru út við 150.000 tons til at fáa kemisku orkuna í oljuni gjørda um til rørsluorku í bilum og umborð á skipum, flogførum og tyrlum og til at framleiða streym. Hini 70.000 tonsini av olju vórðu brend, fyri at fáa kemisku orkuna í oljuni gjørda um til hitaorku í húsum, bygningum og í ídnaðinum!
 

Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo

 

CO2 - ikki bara gass!